Týr
Ólavur Riddararós - 2467087
"Hvørt skal tú riða, Ólavur mín
á lofti hongur brynja tín
Tú fer ikki at veiða tað hind
Men tú fer til tína leikalind
Hvit er skjúrtan, væl er hon tvigin
í blóði verður hon av tær drigin"
Ólavur snúðist síni móður frá
"Gud gevi ikki ganga sum mær er spáad"
Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig
Ólavur ríður eftir bjørgunum fram
-kol og smiður við
Fann hann upp á eitt álvarann
Út kom eitt tað álvafljóð
Flættað hár á herðar dró
"Ver vælkomin Ólavur Riddararós
Tú gakk í dans og kvøð fyri oss"
"Tú tarvt ikki flætta títt hár fyri meg
Eg eri ikki komin at biðja teg
[Solo]
Eg kann ikki meira hjá álvum vera
í morgin lati eg mítt brúdleyp gera"
"Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá
Ella vilt tú í morgin til moldar gá"
Hon skonti honum í drykkjuhorn
Har fór í tað eiturkorn
Ólavur studdist við saðilboga
-kol og smiður við
Hann kysti tá moy av lítlum huga
Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig