Eivør Pálsdóttir
Føroyar mín móðir
Føroyar mín móðir títt signaða navn
Í hjartanum rúnarist stendur
Títt sorgblíða bros
Títt mjørkaloft dró
Tín son sjálvt við sólgyltu strendur
Um tú var alt bjart
Sum eg hugsa mær kann
Ein blóma frá paradis strondum
Ein perla mót øllum ið heiminum var
Ja valdaði ríkjum og londum
Tá kvað eg tær kanska eitt stoltari lag
Eitt kvæði av brimdun og toru
Men kundi ei elskað teg hægri enn nú
Mítt friðlýsta heim móti norði