Dada
Flogvid_19
Leggið saman hendur
Biðið eina bøn og blundið
Smoyggið tykkum í eina ljótu troyggju
Sum mamma tín hevur bundið

Eg eti sunnudagsdøgurða fríggjakvøld
Onga dessert
Bara svart kaffi, svart kaffi
Onki sukur
Tí tey hava trekt mínar jakslar út
Nú havi eg bara eitt stórt hol inni í holinum
Sum eg brúki at gera ljóð
Og óljóð
Ljóð
Og óljóð

Leggið saman hendur
Biðið eina bøn og blundið
Smoyggið tykkum í eina ljótu troyggju
Sum mamma tín hevur bundið

Fái allergi
Fái allergi av óbundnum hundum
Eingin ironi
Eingin ironi hjá óroyndum kundum
Leggið saman hendur
Biðið eina bøn og blundið
Smoyggið tykkum í eina ljótu troyggju
Sum mamma hevur bundið