Björn Afzelius
Ikaros
Tá eg hugsi um barnadagar mínar
Er tað ræðumyndir ið eg minnist best
Og tær løtur eg var bukaður og bangin
Í huga mínum mangt seg hevur fest
Tí sum barn tú vilt taka fyri givið
At í kærleika skapast tín verð
Men tann dagin, tú skalt stíga út í lívið
Ert tú sum eitt friðleyst dýr á tíni ferð

Standa vaksin har og peika tær á vegin
Hava meiningar og vilja seta mið
Allir dreymarnir og teirra brostnu vónir
Skulu fremjast í tær og fylgja við
Ert tú lýðin fært tú rós og allan heiður
Í uppreistri missur tú alt
Ongin elskar eitt barn sum ikki eydnast
Ongin elskar eitt barn sum er frælst

Men hvør megnar av røttum at vita
Hvat rúmast - hvat skapast vit til
Hvør kann beina ein fram til eitt eydnuríkt lív
Hvat menniskja evnar og vil

Lat tínar blómur festa rót í góðum lendi
Og lat plantur tínar grógva vilt og vítt
Tí í vakstrarhúsi saknast sól og vindur
Í náttúruni tær kunnu vaksa frítt
Tey tú elskar skulu royna sínar veingir
So tey еinaferð finna sítt flog
Sum tú virðir tíni egnu tú vilt sanna
At tey еisini vilja virða teg so